Hákun tvey mál í stórsigri

Hákun tvey mál í stórsigri
Hákun West av Teigum skeyt tvey mál fyri Füchse Berlin, sum vann stórsigur á útivølli ímóti Beitigheim og er aftur í topp-fýra í Bundesliguni
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu stórsigur á Beitigheim norðanfyri Stuttgart
Mynd: Füchse Berlin  
 
27.10.2024 - 18:59

Hákun West av Teigum skeyt tvey av málunum, tá Füchse Berlin vann 38-24 á Beitigheim og spældi seg upp aftur í topp-fýra í týsku Bundesliguni.

Eftir at hava hugt at í Champions League-stórdystinum ímóti PSG hósdagin, sum parísliðið vann 40-38, var føroyski vongurin aftur á vøllinum, og hann gjørdi tað, hann kundi, í trygga sigrinum hjá berlinrevunum. 

Føroyingurin hevði tvær málroyndir, og báðu ferð eydnaðist at finna netmeskarnir. Harumframt átti hann næstseinastu hond á einum málið hjá Füchse Berlin.

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, streyk høvuðsstaðarfelagið avstað, og sum ikki einaferð var danin Mathias Gidsel stórspælandi. Høgri bakkurin skeyt ikki minni enn 12 mál og legði upp til fimm.

 

Føroyingarnir kappast fremst í deildini

Füchse Berlin er nú á fjórða plássi í Bundesliguni við 12 stigum. Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel, sum ikki spældu í dag, hava eisini 12 stig, meðan Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg hava 11 stig á 8. plássi.

Fremsti føroyingurin í deildini er eisini hin nýggjasti. Vilhelm Poulsen og TSV Hannover Burgdorf hava fingið eina dreymabyrjan og eru í løtuni á 2. plássi við 13 stigum. Melsungen er fremst við 14 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342