Fylg við hondbóltslandsdystinum her á heimasíðuni og í sjónvarpinum

Fylg við hondbóltslandsdystinum her á heimasíðuni og í sjónvarpinum
Fyrst landsdysturin í hondbólti í nýggju stórhøllini við Tjarnir verður dekkaður við beinleiðis frásøgn her á heimasíðuni, og hann verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum
Mynd: Hondbóltssamband Føroya á Facebook  
 
12.03.2025 - 14:08

Nýggja stórhøllin við Tjarnir bleiv fyrst og fremst bygd, so okkara dugnaligu hondbóltslandslið, ið standa seg so væl í altjóða kappingum, fingu virðiligar umstøður at spæla landsdystir í. 

Í kvøld klokkan 19 verður so fyrsti landsdysturin spældur við Tjarnir, tá manslandsliðið tekur móti sterka hollendska landsliðnum í EM-undankappingardysti. 

Dysturin er sostatt søguligur, og hann verður eisini dekkaður væl og virðiliga í Kringvarpinum. 

Her á heimasíðuni verður ein beinleiðis frásøgn, ein livebloggur, umframt at dysturin eisini verður stroymdur á heimasíðuni. 

Fólk kunnu eisini fylgja við í sjónvarpinum, ið vísir dystin beinleiðis. Byrjaðu verður at senda longu klokkan 18.30, tá hitað verður upp til dystin við einar undansending. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856