Tvøroyri: Tríggjar stilla ikki upp aftur

bannari
Tvøroyri: Tríggjar stilla ikki upp aftur
Tríggjar av kvinnunum, sum vórðu valdar inn í Tvøroyrar býráð í 2020, stilla ikki upp hesaferð
Nærum helmingurin av seinast innvalda býráðnum á Tvøroyri stillar ikki upp hesaferð
 
24.10.2024 - 09:56

Eftir býráðsvalið í 2020 komu kvinnurnar í meiriluta í Tvøroyrar kommunu. Men til kommunuvalið hesaferð stilla tríggjar av teimum fýra, sum vórðu valdar inn ta ferðina, ikki upp.

Tær tríggjar eru Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen og Jónleyg Jespersen Bech. Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen vórðu báðar valdar inn fyrstu ferð í 2016. Jónleyg J. Bech var nývald.

Tá Súsanna Bertholdsen í 2022 tók sæti á Løgtingi, fór hon í farloyvi frá kommununi, og Eyð Eidesgaard kom í hennara stað. Eyð Eidesgaard stillar eisini upp aftur hesaferð.

Hini í býráðnum stilla øll upp aftur í ár. Tey eru Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen og Bjarni Hammer.

Eins og til seinasta val eru tríggir listar í ár komnir inn til kommunuvalið á Tvøroyri.

Á valinum fyri fýra árum síðan fekk Felagslistin hjá Kristini Michelsen 51,6 prosent av atkvøðunum og fýra býráðslimir. Javnaðarflokkurin fekk 37,5 prosent og tríggjar býráðslimir. Triði listin, Listi V, fekk 11 prosent av atkvøðunum, og tað rakk ikki til umboðan í býráðnum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168