Omanlop á Tjørnuvíkarvegnum

Omanlop á Tjørnuvíkarvegnum
Ikki er koyrandi á vegnum, men Landsverk er í gongd við at rudda vegin
Omanlop í Tjørnuvík
Mynd: Landsverk  
 
24.10.2024 - 07:19

Tað er ikki koyrandi á Tjørnuvíkarvegnum í morgun.

Um 7 tíðina í morgun kundi løgreglan siga frá einum omanlopi á Tjørnuvíkarvegnum, sum steingir vegin. Lopið er í Líðini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, og tað er tann parturin av Tjørnuvíkarvegnum, sum gongur frá gjónni, sum er umleið hálvan vegin niðan úr Tjørnuvík, og niðan á slætt.

Løgreglan visti eisini at siga, at Landsverk hevur fingið boðini og var tá á veg á staðið við maskinu at rudda grótið burtur.

Tað hevur annars verið rættiliga nógvur vindur í nátt, men tíbetur hevur løgreglan ongar fráboðanir fingið um skaðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948