Landsgrannskoðanin mælir til at styrkja eftirlitið við kapitalvinningi

Landsgrannskoðanin mælir til at styrkja eftirlitið við kapitalvinningi
TAKS hevur avmarkaðar møguleikar at hava eftirlit við, at tað, sum ikki fer um føroyskar peningastovnar, verður givið upp til skattingar
Landsgrannskoðanin hevur staðfest, at við verandi mannagongdum, eru møguleikarnir hjá TAKS at hava eftirlit avmarkaðir.
 
18.09.2024 - 11:25

Við verandi mannagongdum, hevur TAKS avmarkaðar møguleikar at hava eftirlit við, at alt, sum ikki fer um føroyskar peningastovnar, og sum skal gevast upp til skattingar, verður givið upp. 

Tað staðfestir Landsgrannskoðanin í ársfrágreiðing sínari fyri 2023.

Í Fíggjarmálaráðnum eru tey samd í, at tað er neyðugt at styrkja eftirlitið, og Ráðið fer at umrøða við TAKS, um tað ber til, at eftirlit verða framd sjálvvirkin í skipanunum hjá TAKS.

TAKS kannar ikki allar upplýsingarnar um sølu av virðisbrøvum, ið stovnurin fær. Sambært TAKS er vavið so mikið stórt, at TAKS noyðist at raðfesta, hvat tey kanna nærri. TAKS hevur fult álit á upplýsingunum, tey fáa frá peningastovnunum.

Landsgrannskoðanin hevur staðfest, at við verandi mannagongdum, eru møguleikarnir hjá TAKS at hava eftirlit avmarkaðir.

 

Fíggjarmálaráðið heldur eisini, at neyðugt er at styrkja eftirlitið hjá TAKS. 

 

Virðisbrævahandlar á netinum 
 
Millum annað er sannlíkt, at nógvir virðisbrævahandlar fara fram um alnetið umvegis útlendskar veitarar, har vinningur eigur at verða givin upp til TAKS, skrivar Landsgrannskoðanin.

Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at spurningurin um, at kapitalvinningsuppgerðir eru rættar, fyri tað mesta byggir á álit, heldur enn á verulig eftirlit. 

Landsgrannskoðanin mælir til styrkt eftirlit við kapitalvinningi.

Landsstýrisfólkið hevur í august í ár greitt Landsgrannskoðaranum frá, at TAKS hevur víst á avmarkaðu orkuna, sum stovnurin hevur til eftirlit, og at orkan verður raðfest soleiðis, at hon verður brúkt best í breiðari merking. 

TAKS miðar eftir, at styrkja eftirlitið, tí kapitalvinningur er nakað, sum vindur upp á seg, stendur eisini á ársfráðgreiðingini hjá Landsgrannskoðaranum.

Les frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini fyri 2023 her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737