Føroyar varðveita somu kredittmeting

Føroyar varðveita somu kredittmeting
Moody's sigur, at javnvág er í landsroknskapinum, og skuldin er nærum óbroytt. Haraftrat er gjaldføri landskassans sera gott
Gjaldføri hja landskassanum er sera gott, sigur Moody´s
 
18.09.2024 - 11:05

Føroyar varðveita somu kredittmeting hjá Moody´s.

Ratingin eitur Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig.

Ratingin byggir á grundleggjandi kredittmeting, sum er um afturgjaldsevnini hjá landskassanum.

Og Moody’s metir tað vera sera sannlíkt, at Danmark, sum hevur hægstu kredittmeting, AAA, kemur Føroyum til hjálpar í kreppu.

Ratingin versnar, um sambandið við Danmark viknar. 

 

 

Afturgjaldsevnini batnað

Í hesi nýggjastu kredittmetingini frá Moody’s sigur Moody’s, at afturgjaldsevnini hjá landskassanum eru eitt sindur betri enn tey vóru, og tí hækkar grundleggjandi kredittmetingin eitt stig.

Orsøkin er, sigur Moody’s, at landskassin í nógv ár hevur havt nærum javnvág á landsroknskapinum, og at skuldin tí hevur verið nærum óbroytt. 

Harafturat er gjaldføri landskassans sera gott.

Støðug útlit vera givin, tí Moody’s millum annað væntar, at búskaparligi politikkurin framhaldandi vil stuðla undir búskaparligum støðufesti, og at landskassans gjaldføri framhaldandi er gott.

Moody´s sigur, at nógvir íleggjarar vilja læna Føroyum pengar.

 

ESG-rating

Umframt fíggjarligu ratingina ger Mooody’s eina ESG-rating. 

ESG-ratingin sigur nakað um váðar, sum stava frá umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagi, sosialum umhvørvi, sosialum spenningum, til dømis, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tali av eldri fólki verður fíggjað og stjórnarskipan í breiðum týdningi, millum annað um almennir myndugleikar hava trúvirði, og um politiskar avgerðir eru gjøgnumskygdar.

Karakterstigin gongur frá 1, sum er besti karakterur, til 5.

Føroyar fáa 3 fyri umhvørvi, 2 fyri sosialt umhvørvi og 1 fyri stjórnarskipan. 

Miðal er tí 2, sum er næst besta ratingin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823