Knút tulkar Dylan

Knút tulkar Dylan
"Tá ódnin brestur á" kallast tulking eftir Knúti Háberg Eysturstein av Bob Dylan klassikaranum "A Hard Rain’s A-Gonna Fall" frá 1962, ið Rói Patusson umyrkti í 1978
Knút Háberg Eysturstein spældi á Sandinum á G! festivalinum í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.09.2024 - 14:10

Upptøkan av ‘Tá ódnin brestur á’ var gjørd um sama mundið, sum seinasta plátan hjá Knúti, Hjartasláttur (Tutl, 2023), ið var givin út í november í fjør.

Nú verður lagið útgivið sum sjálvstøðugt staklag - eitt stórfingið lag, ið er yvir níggju minuttir til longdar.

 

>>Hoyr "Tá ódnin brestur á" her

 

Yndis sangari og sangskrivari 

Tað er ein serligur heiður hjá Knúti Háberg Eysturstein at sleppa at geva ein Bob Dylan-sang út. 

“Bob Dylan er helst mín yndis sangari og sangskrivari. ‘A Hard Rain’s A-Gonna Fall’ varð yrktur undir serligum umstøðum í 1962. Sagt verður, at Dylan skrivaði tekstin undir Kuba-kreppuni, tá allur heimurin helt ondini, meðan bíðað varð eftir, at stórveldini USA og Sovjetsamveldið fóru at leypa á hvørt annað. Øll vita, at ongin liviligur vegur er úr slíkum samanbresti. Tað løgna er, at vit nú aftur liva í eini støðu, sum minnir um. Nú sum tá snýr tað seg um at finna liviligar vegir úr teimum kreppunum, sum plága okkara tíð," sigur Knút Háberg Eysturstein í tíðindaskrivi um sangin. 

Knút sigur eisini, at hann altíð hevur verið hugtikin av umyrkingini hjá Róa Patursson. 

“Rói Patursson skrivaði umyrkingina til minnis um rithøvundin Magnus Dam Jacobsen, ið andaðist í 1978. Rói hevur megnað at flutt hesa stórslignu og dramatisku yrking yvir í eitt føroyskt og staðkent univers. Eg havi leingi ynskt at gera eina tulking av føroysku útgávuni og eri sera takksamur fyri tað, sum spurdist burturúr saman við framúr góðum tónleikarum, sangarum og studiotøkningum.”


(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

 

Tónleikarar:
Knút Háberg Eysturstein: sang, elektriskan gittar, synth
Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synth
Svend Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur
Jón Festirstein: violin, viola
Dorthea Højgaard Dam: kór
Óluva Dam Ísheim: kór
Jensia Højgaard Kjærbæk: kór
Ingrid Højgaard Petersen: kór
Jóhanna Sofía Petersen: kór

Lag: Bob Dylan.
Orð: Bob Dylan.
Umyrking: Rói Patursson.

Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.
Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen.

Upptøkur: Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Benjamin Petersen, Rúm 43, Hoydalar.
Miks: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Rúm 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur.
Mastering: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville.
Mynd: Bruno Mikael Eysturstein.
Sniðgeving: Uni Árting.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982