“Tungt at arbeiða við tínum egna borgarstjóra ímóti”

“Tungt at arbeiða við tínum egna borgarstjóra ímóti”
Kári Johansen, býráðslimur í Havn, stillar á kommunuvalinum upp fyri Framsókn, tí hann ikki longur hevur neyðuga álitið á borgarstjóran til at halda fram í Javnaðarflokkinum.
Kári Johansen, býráðslimur í Havn, er farin úr Javnaðarflokkinum og stillar nú upp fyri Framsókn
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
08.09.2024 - 14:29

Á valinum fyri skjótt fýra árum síðani var Kári Johansen fjórðvaldur á javnaðarlistanum við 268 persónligum atkvøðum. Hetta skeiðið hevur hann millum annað verið stýrisformaður í SEV og formaður í havnarnevndini í Tórshavnar býráð.

- Vantandi stevið millum meg og borgarstjóran er nokk tað, sum er tann stóri trupulleikin. Vit hava havt tríggjar eykaaðalfundir í SEV, har fíggjarætlanin skal góðkennast, og tað er jú eitt stórt arbeiði, sum liggur aftan fyri tað, sigur Kári.

- Tá ið man kemur til tey tølini, er tað ikki til stuttleika. Tá ið tú so hevur tín egna borgarstjóra ímóti tær, verður tað øgiliga tungt at arbeiða.

Kári Johansen sigur, at álitið á Heðin Mortensen er fokið so mikið, at hann í øllum førum ikki vil halda fram soleiðis.

- Sjálvandi siti eg hetta valskeiðið út, men eg ætli mær ikki at koma valnáttina og gera nakað keðiligt, so tí havi eg boðað frá hesum nú, sigur hann.

At stilla upp fyri Framsókn er ikki heilt fremmant fyri Kára Johansen, sum í 2016 var á veg upp listan til kommunuvalið tá, men tók seg av aftur, tí hann skuldi av landinum at arbeiða.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Kára Johansen:

2024-09-08-Kari-Johansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848