Kári Johansen stillar upp fyri Framsókn

Kári Johansen stillar upp fyri Framsókn
Kári Johansen, býráðslimur í Havn, boðaði seint seinnapartin í gjár frá, at hann á kommunuvalinum tann 12. novembur stillar upp fyri Framsókn til Tórshavnar býráð.
Kári Johansen skiftir Javnaðarflokkin út við Framsókn á komandi býráðsvalinum, sum verður 12. novembur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.09.2024 - 09:55

Á valinum fyri skjótt fýra árum síðani var hann fjórðvaldur á javnaðarlistanum, og hetta skeiðið hevur hann millum annað verið stýrisformaður í SEV og formaður í havnarnevndini í Tórshavnar býráð.

- Eftir at hava hugsa meg um í eina tíð, skal eg hervið boða frá, at eg havi tikið avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn til komandi kommunuval, sigur Kári Johansen í fráboðan síni.

Hann sigur seg rætt og slætt føla, at “hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá sær at vera í,” sum hann tekur til.

- Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn, sigur Kári, sum kennir seg vælkomnan í Framsókn, har hann saman við øðrum vælevnum nú fer at gera valskránna lidna.

Meira um hetta í tíðindunum klokkan 14, tá ið Kári Johansen verður við okkum í útvarpsstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948