Runavík: Tað er ein avbjóðing at byggja ein bý í eini líð

bannari
Runavík: Tað er ein avbjóðing at byggja ein bý í eini líð
Í Runavík hevur nýggi fjøruvegurin gjørt stóran mun fyri ferðsluna í býnum, sum nú hevur meir enn bara tann eina vegin at koyra eftir
Býarplanlegging kann vera trupul, har bert ein langur vegur gongur gjøgnum bygda økið. Í Runavíkar kommunu hevur nýggi fjøruvegurin gjørt stóran mun, sigur borgarstjórin
 
06.09.2024 - 10:00

Stóra kommunukanningin hjá Kringvarpinum vísir, at í mestsum øllum kommunum í landinum eru fólk meir ella minni misnøgd við bý- og bygdarplanleggingina hjá kommununi.

 

Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti?: Bý- og bygdarplanlegging". Spurdi persónurin svarar á einum stiga frá 1 til 7, hvussu nøgdur viðkomandi er um spurningin, har 1 er "Sera væl nøgd/-ur" og 7 er "Sera illa nøgd/-ur". Hesi svarini eru síðani umroknað til eina stigaskipan frá 0-100, og jú hægri talið er, jú størri er nøgdsemið hjá fólki. 175 fólk í Runavíkar kommunu svaraðu í kanningini.

 

Býarplanlegging kann fevna um so nógv. Hvar skulu nýggjar útstykkingar gerast? Hvussu skulu vegaføringarnar vera? Hvar skal ídnaðurin halda til, og hvussu við handilslívinum? Og hvar skulu fólk búgva?

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur, at býarplanleggingin á vestara armi á Skálafjørðinum kann vera rættiliga trupul.

- Tað er ein avbjóðing at byggja ein bý í eini líð, sum gongur framvið einum fjørði, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Tobbi_planlegging3_UNI_RED
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109