Ferðavinnufelagið: Bátar undir landi eiga at kunna at sigla skjótari

Ferðavinnufelagið: Bátar undir landi eiga at kunna at sigla skjótari
Felagið sigur, at torført verður at hava eftirlit við reglugerðini um sigling
Sambært uppskotinum skulu reglurnar um hámarksferð ikki vera galdandi, tá ikki ber til at sigla spakuliga fyri veður. (Savnsmynd)
 
30.08.2024 - 10:57

Ferðavinnufelagið heldur, at hámarksferðin hjá bátum tætt við land eigur at vera 10 til 15 fjórðingar, og ikki átta fjórðingar, sum uppskotið um kunngerðina, ið skal verja bjargafugl, sigur.

Ferðavinnufelagið vil hava longri freist at viðgera uppskotið, sum er sent til hoyringar.

Freistin var til 28. august, men er nú longd til 11. september.

Ferðavinnufelagið harmast um, at uppskotið var sent til hoyringar mitt í summarhálvuni. Tá hava ferðavinnuveitarar nógv at gera og tí avmarkaða tíð at viðgera uppskotið gjølla, sigur felagið. 

 

Torført at hava eftirlit

Ferðavinnufelagið sigur, at torført verður at hava eftirlit við reglugerðini um sigling.

Tí mælir felagið staðiliga til, at hámarksferðin verður hækkað.

Sambært uppskotinum skulu reglurnar um hámarksferð ikki vera galdandi, tá ikki ber til at sigla spakuliga fyri veður.

Men verður hámarksferðin hækkað upp í 10-15 fjórðingar um tíman, verður ein veruligur møguleiki at halda reglugerðina, heldur Ferðavinnufelagið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948