Mute B. Egede: Næsta sendifólkið í Arktis verður úr Grønlandi

Mute B. Egede: Næsta sendifólkið í Arktis verður úr Grønlandi
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at Danmark vil ganga ynskinum hjá Grønlandi á møti, men Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hevur higartil sagt nei
Mute B. Egede, landsstýrisformaður, á tíðindafundi í Aalborg í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.08.2024 - 08:36

Grønland hevur nú vónir um, at arktiska sendifólkið hevur støði í grønlendska fólkinum og samfelagnum.  

Mute B. Egede, landsstýrisformaður, tulkar tað, sum Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði á tíðindafundinum eftir ríkisfundin í gjár, sum at næsta sendifólkið verður úr Grønlandi.

Fimm arktisk sendifólk hava verið síðani 2012, øll donsk.

Mette Frederiksen sigur, at Danmark vil ganga ynskinum hjá Grønlandi á møti. 

 

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løkke sigur nei

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hevur fyrr víst grønlendska ynskinum staðiliga aftur. 

Arktiska sendifólkið er partur av donsku uttanríkistænastuni. Tjóðskapur er ikki avgerandi fyri, hvør fær starv har, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Sendifólkið samskipar uttanríkispolitikkin hjá ríkinum millum Danmark, Grønland og Føroyar, og sambandið hjá ríkinum við USA og Kanada.

Rokið um arktiska sendifólkið byrjaði fyri einum ári síðani, tá sendiharrin í Suðurafrika, Tobias Elling Rehfel, bleiv arktiskur sendimaður.

Hann skuldi byrja 1. september í fjør. Men er ikki byrjaður enn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948