Sambandsflokkurin ótolnast eftir lógini um vakmyndatól

Sambandsflokkurin ótolnast eftir lógini um vakmyndatól
Hóast løgtingið hevur samtykt at heita á landsstýrið um at leggja málið fram, ivast landsstýrismaðurin í lógarmálum, um yvirvøka loysir trupulleikarnar við kriminaliteti
Løgtingið hevur við stórum meiriluta samtykt at heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot um vakmyndatól. (Savnsmynd)
 
27.08.2024 - 09:28

Drálar landsstýrismaðurin ov leingi við at leggja uppskot fyri løgtingið um vakmyndatól, fer Sambandsflokkurin at leggja eitt uppskot fram. 

Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingslimur.

 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, torir ikki at lova, at uppskotið kemur í hesari tingsetuni. Sjálvur ivast hann eisini í, um yvirvaking loysir trupulleikarnar við kriminaliteti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27082024_Vakmyndatol

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður . 


Uppskotið um vakmyndatól er eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum. 

Uppskotið varð samtykt við 23 atkvøðum fyri og tveimum ímóti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948