Tríggir býráðslimir hjá Tjóðveldi stilla ikki upp aftur

Tríggir býráðslimir hjá Tjóðveldi stilla ikki upp aftur
Jákup Dam, Annika Olsen og Gunvør Balle vera ikki á valevnislistanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
Gunvør Balle og Jákup Dam valkvøldið í 2020. Hvørgin teirra stillar upp aftur til býráðsvalið í heyst.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.08.2024 - 14:53

Tríggir býráðslimir hjá Tjóðveldi í Tórshavnar býráð stilla ikki upp aftur til kommunuvalið í november. 

Seinastu dagarnar hava Jákup Dam og Annika Olsen sagt við in.fo, at tey ikki stilla upp aftur, og í dag váttar Gunvør Balle fyri Kringvarpinum, at heldur ikki hon bjóðar seg fram aftur. 

- Síðsta val tók eg avgerð um, at hetta var seinasta setan, sigur Gunvør Balle.

 

Raðfestir borgarliga starvið

Hon vísir á, at hon hevur verið í politikki í 13 ár, men at tíðin nú er komin at raðfesta borgarliga starvið fram um politikkin. 

- Tað er torført at samantvinna býráðspolitikk við eitt vanligt starv. Nú er tíðin komin at raðfesta tað borgarliga starvið framum. Men eg havi verið glað fyri tíðina í politikki, sigur Gunvør Balle. 


Annika Olsen á vali. Hon gevst nú í býráðspolitikki. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fyrr í dag segði Annika Olsen, sum var vald í býráðið fyri Fólkaflokkin, men seinni skifti til Tjóðveldi, at eisini hon fer at raðfesta øðrvísi. 

- Fyribils vil eg at brúka alla mína orku til løgtingsarbeiðið, og eg føli eisini, at hetta er skyldan mótvegis mínum veljarum, sum vístu mær stuðul á løgtingsvalinum, sigur Annika Olsen við in.fo.

 

Jákup Dam hevur verið býráðslimur trý valskeið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jákup gevst eisini

Og fyrr í vikuni segði Jákup Dam, at hann gevst eisini, eftir hava sitið trý valskeið í býráðnum.

- Hetta hevur verið ein spennandi tíð, og mær hevur dámt býráðsarbeiðið væl. Eg eri lærari í Kollafirði, og eg má ásanna, at býráðsarbeiðið er ein stór ábyrgd, sum eisini krevur nógva tíð. Tað eru fáir dagar, har ikki onkrar uppgávur eru. 

 

Elsa Berg var toppskorari hjá Tjóðveldi á seinasta býráðsvali í Havn.

 

Elsa stillar upp aftur

Fjórða umboðið hjá Tjóðveldi í høvuðsstaðarkommununi er Elsa Berg. Hon gjørdist toppskorari hjá flokkinum til síðsta val við 520 persónligum atkvøðum.

Og hon bjóðar seg fram aftur á valinum í november. 

- Eg gleði meg til valið. Tørvur er á at seta fokus á borgarar, kjarnuvælferð, nátturu og umhvørvi, sigur hon í stuttari viðmerking.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896