Fýra lógaruppskot frá Fólkaflokkinum

Fýra lógaruppskot frá Fólkaflokkinum
Tá avtornaði átti Fólkaflokkurin øll fýra lógaruppskotini, sum vórðu løgd fyri løgtingið í dag. Samgongan kom í tingið við tveimum ríkislógartilmælum.
 
21.08.2024 - 18:01

Framløga var einasta mál á skránni fyri tingfundin í dag, sum var hin fyrsti, síðani umrøðan av ólavsøkurøðu løgmans var liðug, beint eftir ólavsøku. Tá avtornaði var Fólkaflokkurin einasti flokkur, ið legði nakað lógaruppskot fyri løgtingið í dag. 

Fólkaflokkurin mælir til at lækka tinglýsingargjaldið, sum í dag er eitt prosent av keypsprísinum, hvørja ferð ein fastogn verður handlað.

Gjaldið eigur bara at vera hálvt prosent av keypsprísinum, heldur Fólkaflokkurin, sum skjýtur upp at lækka gjaldið stigvíst, niður í 0,75% næsta ár og 0,5% í 2026.

Á fíggjarlógini fyri 2024 verður roknað við 52 milliónum krónum í inntøku frá tinglýsingargjaldi, sum also er 1% av keypsprísinum á fastogn.

Fólkaflokkurin vil eisini leingja gildistíðina á veiðiloyvunum, sum sambært sjófeingislógini fara úr gildi 1. januar 2034. Flokkurin mælir til at fara aftur til skipanina við 12 ára loyvum og skjýtur tí upp, at verandi veiðiloyvi skulu vera í gildi til 1. januar 2037.

Triðja lógaruppskotið hjá Fólkaflokkinum snýr seg um at javna skattastigan á hvørjum ári, soleiðis at hann fylgir lønar- og prísvøkstrinum í samfelagnum. Flokkurin vísir á, at landsskattastigin er ikki javnaður síðani 2016. Síðani tá eru lønirnar í samfelagnum hækkaðar nógv, og avleiðingin av tí er, at skattatrýstið er økt nógv. 

Fjórða lógaruppskotið hjá Fólkaflokkinum snýr seg um at broyta ferðslulógina, soleiðis at revsingin fyri at koyra ávirkað av hassji verður hin sama sum revsingin fyri rúsdrekkakoyring. Revsingin skal tí hækka, alt eftir hvussu nógv hassj er í blóðinum, eins og gjørt verður við promillustiganum í rúsdrekkakoyring. Í galdandi lóggávu er linari revsing fyri at koyra ávirkað av hassji, sammett við rúsdrekka.

Samgongan legði tvey ríkislógartilmæli fyri løgtingið í dag. Annað snýr seg um Íleggingargrunnin, og hitt snýr seg um at seta í gildi fyri Føroyar stuðulsskipanina til politisku flokkarnar á fólkatingi, sonevndu "partistøtteloven." 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948