Fundur í morgin um nýggja fongslið

Fundur í morgin um nýggja fongslið
Danski løgmálaráðharrin kemur til Føroya á vitjan
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hittast í Havn í morgin. Henda myndin er tikin á Christiansborg.
 
21.08.2024 - 13:03

Í morgin hava danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fund í Havn um, hvar fongslið í Føroyum skal vera og um sektir, sum føroyskir myngugleikar geva á yvirtiknum málsøkjum.

Tær fara í statskassan, men landsstýrið heldur, at tær eiga at fara í landskassan.

Kommunur hava víst á sjey støð, har fongslið kann byggjast. Uppskotini eru komin frá tíggju kommunum.

Avgerð um staðsetingina verður ikki tikin á fundinum í morgin, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

Varðhaldið í Mjørkadali.Tíggju kommunur hava víst á sjey støð, har nýtt fongsul kann byggjast. 

 

8,7 mió. til KT

Teir báðir skulu eisini tosa um tær 8,7 mio. kr., sum Føroyar fáa burtur úr semjuni, sum er gjørd um dómstólarnar í danska ríkinum.

Tær skulu brúkast til KT hjá Føroya rætti.    

Peter Hummelgaard skal eisini hitta ríkisumboðið, meðan hann er í Føroyum. Og hann skal vitja politiið, varðhaldið og Føroya rætt.

Danski løgmálaráðharrin verður eisini við, tá politiið tekur nýggja skjótivøllin í Norðradali í nýtslu fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948