Tingbólkurin hjá danska Vinstraflokkinum heldur summarfund í Føroyum

Tingbólkurin hjá danska Vinstraflokkinum heldur summarfund í Føroyum
Anna Falkenberg, føroyskur fólkatingslimur og partur av tingbólkinum hjá Vinstra, er vertur fyri vitjanini, sum verður í døgunum 15. til 18. august
Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, er vertur fyri árliga summarfundinum hjá Vinstraflokkinum, sum verður í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.08.2024 - 15:56

Fyri fyrstu ferð í 15 ár heldur tingbólkurin hjá danska Vinstraflokkinum summarfund í Føroyum.

Summarfundurin verður í døgunum 15. til 18. august. Tað er frá hósdegnum til sunnudagin.

Anna Falkenberg, føroyskur fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin og partur av tingbólkinum hjá Vinstra, er vertur fyri vitjanini.

 

Fyrstu ferð síðani 2009

Allur tingbólkurin kemur til Føroya, eisini ráðharrarnir.

Vinstri hevur tvær ferðir áður hildið summarfund í Føroyum. Fyrru ferð var í 1992, tá Uffe Ellemann-Jensen var formaður, og seinnu ferð var í 2009. Tá var Lars Løkke Rasmussen formaður í Vinstra.

Stundir verða eisini til annað enn politikk á ferðini í Føroyum. Millum annað verður skipað fyri fótbóltsdysti millum Vinstra og Sambandsflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109