Nevnd klár at viðgera kærur

Nevnd klár at viðgera kærur
Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum er nú klár at viðgera klagurnar um landsstýrisfólkini Ingilín D. Strøm og Dennis Holm
Í landsstýrismálanevndini eru Bárður á Steig Nielsen, Hanna Jensen og Hans J. Thomsen, sum er formaður.
 
13.08.2024 - 05:47

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum er nú klár at viðgera klagurnar um landsstýrisfólkini Ingilín D. Strøm og Dennis Holm.

Nevndin hevur fund fríggjadagin.

Árni Skaale, tingmaður, kærdi Dennis Holm um svartkjaftabýtið.

Dennis Holm læt 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki. 

Felagið Nótaskip heldur ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá skipunum.

Jacob Vestergaard, tingmaður, kærdi Ingilín D. Strøm.

Segði ósatt 

Hann sigur, at hon segði ósatt fyri tinginum, tá hon segði, at hon ikki hevði fingið ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum og Bústøðum.

Jacob Vestergaard sigur, at í frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini eru greiðar ábendingar um, at langtíðarhaldførið hjá Húsalánsgrunninum ikki er í lagi.

Landsstýrismálanevndin spurdi Landsgrannskoðanina, um hon hevur sagt tað.

Svarið haðani var sent Ingilín D. Strøm til ummælis. 

Landsstýrismálanevndin hevur nú fingið øll skjøl í báðum málum og kann tí halda fram við viðgerðini.

Fundurin fríggjadagin er longu klokkan átta á morgni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948