Dennis Holm harmast um stórsølu av menningarkvotum

Dennis Holm harmast um stórsølu av menningarkvotum
Kemur við lógaruppskoti í heyst sum skal forða stórum fyritøkum at gerast ov stórar
 
27.07.2024 - 13:16

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fílist á, at menningarkvotur, sum eru útlutaðar ókeypis nú verða seldar fyri tíggjutals milliónir. 

- Hetta er ein avleiðing av, at man rullaði lógina um sjófeingi aftur í 2019, sum var sett í verk, tá hendan samgongan sat seinast. Nú síggja vit avleiðingarnar av tí, at menningarkvoturnar knappliga eru frítt umsetiligar, sigur Dennis Holm.

Tað er tó onki at gera við júst tað, sigur hann. Hann ætlar tó at koma við einum nýggjum lógaruppskoti í heyst, sum skal forða fyri, at tær stóru fyritøkurnar, sum keypa menningarkvoturnar, gerast ov stórar.

 

Hoyr Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í tíðindunum kl 12.20:

til_net_Dennis_um_kvoturnar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948