Nú fara lesandi á heilsuskúlanum í Suðuroy at fáa løn undir útbúgving

Nú fara lesandi á heilsuskúlanum í Suðuroy at fáa løn undir útbúgving
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum ætlar at bera so í bandi, at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.07.2024 - 18:00

Nú skal bera til at ganga á Heilsuskúlanum í Suðuroy, samstundis sum ein fær løn. 

Tað ætlar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum. 

Teir tríggir flokkarnir í samgonguni, Jávnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, skrivaðu í samgonguskjalið, at "arbeitt verður fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving."

Tað er hetta, sum Djóni Nolsøe Joensen nú ætlar at seta í verk.

Enn er tó ógreitt, hvørja løn fólk skulu fáa meðan tey ganga á skúla.

Enn er eisini ógreitt, hvør skal gjalda.

1687746

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238