Tvøroyrar býráð: Burturkast fer at kosta nógv meira

Tvøroyrar býráð: Burturkast fer at kosta nógv meira
Býráðið hevur samtykt, at kemur nýggja kunngerðin í gildi, eigur fígging frá landinum at fylgja við
Býráðið á Tvøroyri er ónøgt við, at herd krøv vera løgd á kommununa, uttan at lagt verður upp fyri, at kommunan kann økja um burturkastmóttøkuna. 
 
18.07.2024 - 09:07

Nýggja kunngerðin um burturkast fer at kosta Tvøroyar kommunu nógv meira, enn kommunan brúkar nú til burturkast.

Býráðið viðgjørdi málið í gjár. Tað hevur fingið uppskotið um kunngerð til hoyringar. 

Tað samtykti, at kemur kunngerðin í gildi, eigur fígging frá landinum at fylgja við.

Býráðið er ónøgt við, at herd krøv vera løgd á kommununa, uttan at lagt verður upp fyri, at kommunan kann økja um burturkastmóttøkuna. 

 

IRF ger móttøkustøð

IRF ger felags móttøkustøð fyri alla oynna í Trøllavík.

Tvøroyar býráð mælir til, at burturkastkunngerðin ikki kemur í gildi fyrr enn hendan móttøkustøðin tekur móti burturkasti.

Reglurnar í uppskotinum um kunngerðina skulu koma í gildi so líðandi. 

Tær fyrstu 1. januar 2025. 

Nakrar koma 1. januar 2026, og tær síðstu koma 1. januar 2030.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948