Melin í Saksun friðað

Melin í Saksun friðað
Friðingin er gjørd við heimild í nýggju náttúruverndarlógini, og hon kemur í gildi á midnátt
Melin í Saksun verður nú friðað.
 
17.07.2024 - 14:41

Frá á midnátt eru Melin og bakkin oman fyri Lónna í Svaráhaga í Saksun friðað.

Tað merkir, at ikki er loyvt at ferðast og at dvølja í økinum.

Tað er ikki loyvt at gera intriv, sum kunnu broyta náttúruumhvørvið, so sum at byggja, grava, velta ella taða í økinum. Tað er heldur ikki loyvt at taka plantur, plantupartar, sand og grót úr økinum.

Friðingin er gjørd við heimild í nýggju náttúruverndarlógini.

Tað er Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, ið hevur sent út kunngerð um friðingina, sum kemur í gildi á midnátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948