Heitt kelduvatn skal hita Glyvra skúla

Heitt kelduvatn skal hita Glyvra skúla
Metingin er, at keldan megnar at hita verandi skúla og eina ætlaða útbygging og væl tað, sigur Runavíkar kommuna
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Fróði Horn Baldvinsson hjá Zacharias Leitisstein.
 
12.07.2024 - 08:25

Heita vatnið, sum var funnið við Glyvra skúla stutt fyri jól í 2022, skal nú brúkast til at hita Glyvra skúla.

Boringar hjá Jarðfeingi og Runavíkar kommuna raktu við eina keldu, har vatnið var 23 stig, á leið har sum Glyvra bio var.

Eftir hálvtannað ár er nú staðfest, at hitin í kelduni er tann sami, og hann skal brúkast til at hita Glyvra skúla.

Metingin er, at keldan megnar at hita verandi skúla og eina ætlaða útbygging og væl tað, sigur Runavíkar kommuna.

 

Jarðfeingi og Vinnumálaráðið stuðla

Arbeiðið at gera eina hitaskipan var boðið út.

Lægsta boðið eigur felagið Zacharis Leitisstein, - tað er ein millión og slakar 385.000 krónur.

Jarðfeingi og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið stuðla ætlanini.

Hesi seinastu sjey árini hevur Glyvra skúli brúkt í miðal 45.123 litrar av olju til upphiting. 

Miðalkostnaðurin um árið er 238.024 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109