Bjargafuglurin skal ikki órógvast í bútíðini

Bjargafuglurin skal ikki órógvast í bútíðini
Uppskot um kunngerð, ið skal verja bjargafuglin, er farið til hoyringar
Uppskotið hevur við sær, at ikki verður loyvt at sigla skjótari enn átta míl nærri enn 500 metrar úr landi, frá 15. apríl til 31. august. (Savnsmynd)
 
11.07.2024 - 11:06

Allur bjargafuglur í Føroyum fer nú at fáa somu vernd fyri órógv frá ferðslu á sjónum eins og bjargafuglurin í teimum trimum ramsaroyggjunum: Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur sent uppskot um kunngerð til almenna hoyring, ið skal verja bjargafuglin.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uppskotið hevur við sær, at ikki verður loyvt at sigla skjótari enn átta míl nærri enn 500 metrar úr landi, frá 15. apríl til 31. august.

Ferðavmarkingin skal tryggja, at fuglurin verður órógvaður sum minst í bútíðini.

Hoyr innslag í útvarpstiðindunum:

 

11072024_Ingilin

 

Evstamark at gera viðmerkingar til uppskotið er mikudagin 28. august.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948