Landskassin lænir pengar til at fíggja hall

Landskassin lænir pengar til at fíggja hall
Nominella lánsbrævaskuld landskassans er nú næstan fimm milliardir krónur, 18 prosent av BTÚ í ár
Fíggjarlógirnar í 2023 og 2024 høvdu hall. (Savnsmynd)
 
10.07.2024 - 08:19

Landskassin fer nú at læna pengar til at fíggja undirskotini í fíggjarlógunum fyri 2023 og 2024.

Landsbankin sigur, at í mai næsta ár vera pengar læntir til tess og kanska eisini til gjaldførið, so landskassin heldur ásetingina í lógini um at hava 15 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í gjaldføri. 

Nominella lánsbrævaskuld landskassans er nú næstan fimm milliardir krónur, 18 prosent av BTÚ í ár.

Kursur ávirkar ikki nominella skuld. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948