Broyta býarætlan í Skálafirði og Søldarfirði

Broyta býarætlan í Skálafirði og Søldarfirði
Bønhúsnevndin í Skálafirði ætlar at byggja bønhús ella kirkju eystan fyri Skálafjarðarvegin
Økið frá oljutangunum í Søldarfirði út til Lambareiði verður 1.500 metrar longri og 100 metrar breiðari. (Savnsmynd)
 
04.07.2024 - 09:09

Býráðið í Runavík hevur samtykt at broyta tvær býaræltanir.

Onnur er í Skálafirði og hin í Søldarfirði.

Í Skálafirði skulu 3.200 fermetrar eystan fyri Skálafjarðarveg vera til almenn endamál og ikki landbúnaðarøki innangarðs sum nú. 

Bønhúsnevndin í Skálafirði ætlar at byggja bønhús ella kirkju eystan fyri Skálafjarðarvegin. 

Og 1.700 fermetrar við Mýrisnípuveg, sum nú eru øki til almenn endamál, skulu vera bústaðarøki.

 

Størri havnarøki

Í Søldarfirði skulu 20 metrar norðan fyri bátahylin suður móti bátahylinum í Søldarfirði leggjast aftrat havnarøkinum.

Økið verður 3.250 fermetrar størri.

Eftirspurningur eftir økjum til vinnuvirki, sum fáast við sjógvin, er stórur, sigur kommunan.

Og økið frá oljutangunum í Søldarfirði út til Lambareiði verður 1.500 metrar longri og 100 metrar breiðari.

Har skal gerast ein havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308