Hava viðgjørt fimm mál í varskógvaraskipanini

Hava viðgjørt fimm mál í varskógvaraskipanini
Skipanin er eftirmett, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer nú at leggja tilmæli fyri løgtingið um broytingar
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2024 - 09:35

Loksins er eftirmetingin av varskógvaraskipanini liðug.

Eftirmetingin hevur verið leingi á veg, men nú er klárt hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, at leggja tilmælini fyri løgtingið, um hvussu skipanin skal rigga. Ætlanin er, at løgtingið skal taka støðu til eftirmetingina í næstu tingsetu.

Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum:

 

12062024_Ruth_1

 

Varskógvaraskipanin hevur til endamáls at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi og annað í fyrisitingini.

Um fráboðað viðurskifti eru fevnd av varskógvaralógini, letur Landsgrannskoðanin upplýsingarnar til avvarðandi aðalstjóra, ið skal fylgja málinum upp.

Higartil eru fimm mál viðgjørd í varskógvaraskipanini. Boðað er frá 27 málum, men nógv tey flestu eru óviðkomandi fyri skipanina. 

Tá løgtingið í 2019 samtykti at seta varskógvaraskipanina í verk, var ein treyt, at hon skuldi eftirmetast tvey ár seinni. Tað vil siga í mars 2021. 

- Tað eru fleiri orsøkir til, at eftirmetingin er so nógv seinkað, sigur Ruth Vang:

 

12062024_Ruth_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947