Anna Falkenberg: Talgilda koyrikortið skal eisini kunna brúkast í Danmark

Anna Falkenberg: Talgilda koyrikortið skal eisini kunna brúkast í Danmark
Føroyska fólkatingskvinnan hevur biðið um fund við ferðslumálaráðharran um málið sum skjótast
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, vil hava talgilda, føroyska koyrikortið góðkent í Danmark.
 
12.06.2024 - 14:28

Eitt føroyskt talgilt koyrikort eigur at kunna brúkast í Danmark, eins og væl og í Føroyum.  

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, sum aftur hevur vent sær til Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra, um at finna eina loysn á málinum. Hon hevur biðið um fund við ferðslumálaráðharran sum skjótast. 

 

Eru í sama ríki

- Føroyar og Danmark eru í sama ríki, og tí eigur eitt talgilt føroyskt koyrikort at kunna brúkast í Danmark, og eitt danskt talgilt koyrikort eigur at kunna brúkast í Føroyum. Hetta er ein markaforðing, sum skal fáast av vegnum ongantíð ov skjótt, sigur Anna Falkenberg.

Fólkatingskvinnan hevur fingið fleiri áheitanir frá fólki, sum eru ónøgd við, at tað ikki ber til at brúka eitt føroyskt talgilt koyrikort í Danmark.

Ert tú búsitandi í Føroyum, og hevur eitt føroyskt koyrikort, so kanst tú brúka tað í føroysku talgildu skipanini, og hava koyrikoyrtið við tær á telefonini.

Men føroyska skipanin er ikki góðkend í Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981