Fólkatingið feldi uppskot um at hjálpa Føroyum við fríhandilsavtalu við ES

Fólkatingið feldi uppskot um at hjálpa Føroyum við fríhandilsavtalu við ES
Meirilutin í føroyanevndini tók heldur ikki undir við uppskotinum. Meirilutin segði, at samráðingar eru longu millum Føroyar og ES
Dansk folkeparti sigur, at verandi handilsavtala millum Føroyar og ES er betri fyri ES enn fyri Føroyar, men uppskotið vann ikki frama í fólkatinginum. (Savnsmynd)
 
10.06.2024 - 09:28

Fólkatingið hevur felt uppskotið um, at stjórnin skal hjálpa Føroyum at fáa fríhandilsavtalu við ES.

Uppskotið fekk bara 15 atkvøður. Tær eru úr SF, Eindarlistanum og Dansk folkeparti.

90 atkvøður vóru ímóti.

Føroyanevndin hjá fólkatinginum, øll í nevndini uttan Dansk folkeparti, tók heldur undir við uppskotinum til samtyktar hjá Dansk folkeparti um at áleggja stjórnini at virka fyri fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES.

 

Ikki rætti mátin

Meirilutin tók tó fult undir við ætlanini í uppskotinum. Men hann helt ikki, at hetta er rætti mátin at gera tað.

Samráðingar eru longu millum Føroyar og ES, segði meirilutin.

Dansk folkeparti sigur, at verandi handilsavtala millum Føroyar og ES er betri fyri ES enn fyri Føroyar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947