Lærarafelagið tekur undir við at avmarka fartelefonnýtsluna í skúlanum

Lærarafelagið tekur undir við at avmarka fartelefonnýtsluna í skúlanum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur gjørt uppskot um kunngerð
Fartelefonnýtslan í skúlanum skal avmarkast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2024 - 08:33

Lærarafelagið tekur sum heild undir við uppskotinum hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, um fartelefonir í skúlatíðini hjá fólkaskúlanum.

Í uppskotinum um kunngerð verður mælt til at avmarka fartelefonnýtsluna.

Í uppskotinum er tó ikki forboð fyri at brúka fartelefon í skúlatíðini. Men leiðslan í skúlunum skal gera reglur um fartelefon.

Mælt verður til, at bæði námsfrøðiliga ráðið og næmingaráðið verða hoyrd og kunnu siga sína hugsan um tær dagføringar, sum vera gjørdar í atferðarreglunum í skúlanum.

 

Undantøk undir serligum umstøðum

Lærarafelagið heldur, at námsfrøðiliga ráðið og skúlaleiðarin eiga at veita skúlastýrinum ráð.

Næmingaráðið skal hava uppskotið um reglur til ummælis.

Lærarafelagið mælir til at broyta kunngerðina, so næmingar skulu sum meginreglu ikki brúka fartelefon í skúlatíðini. 

Undantøk eiga at vera í sambandi við serligar umstøður hjá næminginum og undirvísingarstøður, har lærarin metir, at fartelefon er hent. 

Hoyringarfreistin um uppskotið var til 16. mai. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519