Semingsstovnurin hittir Fíggjarmálaráðið seinnapartin

Semingsstovnurin hittir Fíggjarmálaráðið seinnapartin
Maskinmeistarafelagið hevur boðsent Semingsstovninum í sáttmálatrætuni við Fíggjarmálaráðið um Strandferðsluna
Sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fevnir eisini um kalsoyarleiðina.
 
03.06.2024 - 11:07

Semingsstovnurin, sum er komin upp í sáttmálatrætuna millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmálan viðvíkjandi Strandferðsluni, fer seinnapartin at tosa við Fíggjarmálaráðið.

Semingsstovnurin hevur eisini tosað við Maskinmeistarafelagið.

- Vit tosa við partarnar fyri at seta okkum inn í, hvat málið snýr seg um, og hvar ósemjurnar eru, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

Arnfinn Bech. (Mynd: Maskinmeistarafelagið)

 

Semingsstovnurin hevur ikki lagt nakra ætlan, nær partarnir verða boðsendir til seming.

Tað var fríggjadagin 31. mai, at samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og Maskinmeistarafelagið sendi boð eftir Semingsstovninum.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, segði soleiðis í útvarpinum leygardagin:

 

03062024_Arnfinn_Bech

 

Umleið 20 fólk eru fevnd av sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um Strandferðsluna.

Leiðirnar, talan er um, eru suðuroyarleiðin, nólsoyarleiðin, hestleiðin og kalsoyarleiðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109