Fíggjarnevndin hevði flestu fundirnar í tingsetuni

Fíggjarnevndin hevði flestu fundirnar í tingsetuni
Vinnunevndin hevði 25 fundir, rættarnevndin 24, mentanarnevndin 13, og uttanlandsnevndin hevði 10 fundir
Løgtingið er farið til hús. Landsstýrismálanevndin hevur fingið tvær kærur um tvey landsstýrisfólk, og hevur fund um málið í morgin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.05.2024 - 08:26

Fíggjarnevndin hevði 31 fundir í hesi tingsetuni.

Hon er tann nevndin, sum hevði flestar fundir.

Vinnunevndin hevði 25 fundir, rættarnevndin 24, mentanarnevndin 13, og uttanlandsnevndin hevði 10 fundir.

Landsstýrismálanevndin hevur fund í morgin.

Nevndin skal avgera, um hon skal viðgera tvær kærur, hon hevur fingið frá tingmonnum.

Árni Skaale hevur kært Dennis Holm, landsstýrismann, um svartkjaftabýtið. Jacob Vestergaard hevur kært Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Hann sigur, at hon segði ósatt fyri tinginum, tá hon segði, at hon ikki hevði fingið ábendingar um, at tað eru trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947