Ferðavinnupolitikkurin fekk Bjørn Kalsø at melda seg úr Sambandsflokkinum

Ferðavinnupolitikkurin fekk Bjørn Kalsø at melda seg úr Sambandsflokkinum
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin fyri Sambandsflokkin skilir ikki, at borgarligi Sambandsflokkurin tekur undir við ferðavinnupolitikkinum hjá samgonguni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2024 - 11:59

Bjørn Kalsø, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, hevur tikið avleiðingina av, at Sambandsflokkurin valdi at taka undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í landbúnaðarmálum, um burðardygga ferðavinna.

Bjørn Kalsø, ið eisini er bóndi, hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum.

"Hví kommunan - og í síðsta enda landsstýrismaðurin - skal koma inn og gera av, hvat ið tey, sum eiga jørð, og bóndin, skulu taka fyri (tænastur, journ.), tað skilji eg ikki, at ein borgarligur flokkur sum Sambandsflokkurin tekur undir við," segði Bjørn Kalsø í sendingini Breddin fyrrapartin. 

 

1674916


Bjørn Kalsø ger vart við, at vanlig og ikki-vinnulig gongd í haga hjá føroyingum, hevur einki við hansara avgerð at melda seg úr Sambandsflokkinum at gera.

”Eg haldi, at tað er skeivt at gera føroyingar til ferðafólk í egnum landi, og átti ein sjálvstøðug lóg skipa tann partin.”

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin fyri Sambandsflokkin undirstrikar, at tað, at ræðisrætturin er loystur frá jørðini, so tey sum eiga jørðini ikki hava ræði á hvør rekur vinnuliga ferðavinnu á annans ogn, er tað mest avgerandi í hansara avgerð.

“At lunnindi verða flutt av bygd í bý, og at kommunur og land skulu gera av, hvussu og hvar ferðavinna skal rekast í haganum dámar mær heldur ikki.”.

Allur Breddin um nýggju ferðavinnulógina kann hoyrast her.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035