Elveitingarlógin endaliga samtykt

Elveitingarlógin endaliga samtykt
Øll broytingaruppskotini frá andstøðuni við triðju viðgerð fullu
Andstøðuflokkarnir vildu hava sølumarknaðin í lógina, men øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni fullu.
 
23.05.2024 - 14:24

Andstøðan kom við fýra broytingaruppskotum til triðju viðgerð av uppskotinum um nýggja elveitingarlóg, sum var viðgjørd í tinginum fyrrapartin.

Broytingaruppskotini hjá andstøðuni løgdu upp til:

- at sølumarknaðurin aftur verður partur av lógini

- at tað ikki skal bera til  at seta forðingar fyri, at elframleiðarar kunnu hava sítt egna net millum einstøku framleiðslueindirnar

- at tað framvegis skal bera til at hava Open door-útboð

- og at møguleiki skal vera at leingja loyvi fleiri ferðir.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Andstøðan fanst harðliga at uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu:

 

23052024_Elveitingarlog

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vit hoyrdu Helga Abrahamsen, Bárð á Steig Nielsen, Johan Dahl, Hans Jacob Thomsen og Ingilín D. Strøm.

Øll uppskotini hjá andstøðuni fullu. 14 atkvøður vóru fyri og 17 ímóti.

Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni var endaliga samtykt við triðju viðgerð. 17 atkvøður vóru fyri og 13 ímóti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035