Ætla at byrja semingsroyndina mikudagin

Ætla at byrja semingsroyndina mikudagin
Semingsstovnurin hevur fund við arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini hvør sær í dag og í morgin
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.05.2024 - 11:43

Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum slitnaðu fríggjadagin.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur,  at í dag og morgin eru fundir við partarnar hvør sær, og síðani kann semingsroyndin byrja, væntandi mikudagin.

Partarnir handaðu krøvini 22. mars. Samráðingar hava verið síðani 4. apríl, tá ið fyrsti samráðingarfundur var.

Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag samráðast saman við Arbeiðsgevarafelagnum, meðan Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðingar fyri seg. 

Semingsstovnurin hevur útsett møguligan arbeiðssteðg til fríggjadagin 10. mai á midnátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109