Boksaðu seg til tvey gull

Boksaðu seg til tvey gull
Teitur Annand Berg og David Kunoy vunnu sínar dystir, meðan Andreas Dam Poulsen tapti greitt, tá teir boksaðu á altjóða boksistevnuni Hvidovre Cup 2024
David Kunoy (t.v.) og Teitur Annand Berg vunnu sínar dystir á boksistevnu í Danmark
Mynd: Tórshavn Boksing  
 
17.03.2024 - 14:55

Føroysku nevaleikararnir Teitur Annand Berg og David Kunoy vunnu sínar dystir á altjóða boksistevnuni Hvidovre Cup 2024 um vikuskiftið, skrivar portal.fo.

Triðji føroyingurin, Andreas Dam Poulsen, tapti sín dyst greitt.

Teitur Annand Berg vann ein sannførandi sigur á onglendinginum, Dion Clock. Føroyski boksarin úr Tórshavn Boksing var betri og vann greitt upp á stig.

David Kunoy var noyddur at arbeiða hart fyri at vinna sín dyst ímóti sterka mótstøðumanninum frá Sydhavsøerne. Føroyingurin vann upp á sokallaða split decision. Tveir dómararm mettu, at David Kunoy skuldi vinna, meðan triðji dómarin var ósamdur.

Andreas Dam Poulsen var tvær ferðir til teljing ímóti mótstøðumanni, sum vigaði nærum 15 kilo meir enn føroyingurin. Aðru ferð valdi venjarin at steðga dystinum.

11 lond og 300 boksarar boksaðu á stóru stevnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109