Royna nú semju millum Skipara- og navigatørfelagið og KAF

Royna nú semju millum Skipara- og navigatørfelagið og KAF
Semingsstovnurin er boðsendur til at royna at loysa trætuna millum feløgini um nýggjan sáttmála til havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2024 - 08:23

Fyrrapartin byrjar semingsroyndin hjá Semingsstovninum í sáttmálatrætuni millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið.

Semingsstovnurin er boðsendur til at royna at loysa trætuna millum feløgini um nýggjan sáttmála til havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk. 

Tíggju fundir hava verið millum partarnar. Krøvini vóru latin 5. september í fjør.

16. januar boðaði Kommunala arbeiðsgevarafelagið frá, at tað gavst við samráðingunum.

Partarnir vóru tá samdir um at senda boð eftir Semingsstovninum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109