Hægstirættur viðger mál um gjald fyri kvotur

Hægstirættur viðger mál um gjald fyri kvotur
Reiðarafelagið vil hava Hægstarætt at gera lógina um uppboðssølu ógilduga
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið vann í Landsrættinum, og nú er málið endað í Hægstarætti. (Savnsmynd)
 
26.02.2024 - 09:22

Í dag viðger Hægstirættur málið millum Reiðarafelagið og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum ráðið eitur nú.

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið vann í Landsrættinum.

Reiðarafelagið fekk loyvi at fara í Hægstarætt við málinum.

Tað var í lagi, tá landsstýrið í 2016 avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu gjalda sín part av kvotunum, tá talan var um royndaruppboðssølur í 2016, segði Landsrætturin.

Eystari Landsrættur broytti í september 2022 dómin hjá Føroya Rætti, sum í januar í 2021 segði, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á sáttmálan millum manningarfeløgini og reiðararnar, tá landsstýrið við lóg avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu eiga lut í kostnaðinum.

 

Krevja 18 mió. í endurgjaldi
  
Endurgjaldskravið hjá Reiðarafelagnum er slakar 18 mió.kr., men tað er bara fyri 2016. 

Kravið fyri 2017 verður ikki kunngjørt enn.

Endurgjaldskrøvini eru parkerað fyri fyrst, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.

Fyrst skal Hægstirættur staðfesta, um landsstýrið hevur endurgjaldsskyldu.

Reiðarafelagið vil hava Hægstarætt at gera lógina um uppboðssølu ógilduga.

Kjarnin í málinum er um brot á evropeiska mannarættindasáttmálan um felagsfrælsi. 

Reiðarafelagið var í Eystari landsrætti dømt at gjalda Fiskimálaráðnum 750.000 kr. í sakarkostnaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717