Ákæruvaldið krevur harðar revsingar í stóra rúsevnamálinum

Ákæruvaldið krevur harðar revsingar í stóra rúsevnamálinum
Fimm danir og ein føroyingur skulu hava harðar revsingar fyri at hava verið uppi í stóra rúsevnamálinum
Ákærin krevur harða revsing til øll fólkini í stóra rúsevnismálinum
 
06.03.2025 - 21:30

Hesa vikuna hevur Hotel Hafnia verið karmur um eitt av teimum størstu rúsevnamálunum í Føroyum yvirhøvur. 

Avhoyringar hava verið fyrr í vikuni og dagurin í dag og dagurin í morgin eru settir av til framløgur.  Í dag legði ákæruvaldið fram krøvini um revsing til tey seks fólkini, og ákæruvaldið kravdi sera harða revsing. 

Høvuðsbakmaðurin skal hava millum 12 og 14 ár, høvuðsmaðurin á ferðini skal hava millum tíggju og 12 ár, hin bakmaðurin skal hava millum níggju og 12 ár, skiparin skal hava millum níggju og 11 ár, tann eldra konan á ferðini skal hava millum átta og tíggju ár og einsamalli føroyingurin skal, um ákæruvaldið fær sín vilja, hava millum níggju og 11 ár í fongsli. 

Revsingarnar í føroyskum rúsenvismálum eru  ofta nógv harðari enn í donskum málum av sama slagi, men sambært verjanum hjá føroyingum eru hesi krøvini alt ov hørð. Serliga tá hugt verður eftir, hvussu stóran leiklut føroyingurin sambært verjanum hevur spælt í málinum. 

 

Hoyr alt innslagið, sum varð sent í tíðindunum í kvøld. 

1730535

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766