- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi: Málið er óbroytt

Fyri einari góðari viku síðan legði Dennis Holm frá sær sum landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum, eftir at Landsstýrismálanevndin var komin til ta niðurstøðu, at hann ikki hevði hildið seg innanfyri karmarnar, tá hann broytti kunngerðina um svartkjaftabýtið.
Tað gjørdist greitt beinanvegin, at Tjóðveldi, sum umsitur fiskivinnu- og samferðslumál, skal velja nýtt landsstýrisfólk fyri Dennis Holm, men nú ein góð vika er farin, er enn einki hent.
Men tað verður - helst - í hesi vikuni, segði Sirið Stenberg, tá útvarpið tosaði við hana seint seinnapartin í dag.
Sirið Stenberg vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið, men hon segði tó, at tað verður arbeitt við málinum, sum tó tekur sína tíð, tí tað skal ígjøgnum so nógvar hendur í flokkinum.
Tað er heldur ikki greitt, um tað er ein av tingmanningini, sum skal í landsstýrið ella um tað skal koma uttanífrá. Har er alt púra opið, segði forkvinnan við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.
Hoyr innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld