- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenni geirin rennur undan tí privata
Tað almenna veksur, meðan tað privata stendur í stað.
Langtíðaravleiðingarnar av hesum kunnu verða, at landið ikki hevur ráð til almennu vælferðartænasturnar. Tí má okkurt munagott gerast, heldur fyrr enn seinni, sigur formaðurin í búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.
- Vit síggja eina beinleiðis minking í talinum av starvsfólkum í privata geiranum, meðan tað almenna heldur á at vaksa sum undanfarin ár, sigur hann.
Vøksturin á teimum tungu vælferðarøkjunum - á eldraøkinum, í útbúgvingarverkinum og í heilsuverkinum - má tálmast.
- Tað tunga takið er at syrgja fyri, at vøksturin ikki verður so stórur frameftir, sigur formaðurin í búskaparráðnum, sum mælir til nýskipanir heldur enn smávegis tillagingar.