Kanjon og kirkjuráðið hava longt freistina til 5. juni

Kanjon og kirkjuráðið hava longt freistina til 5. juni
Ætlanin var at fara undir arbeiðið at byggja nýggju kirkjuna við Sandá í dag, men tað varð av ongum, tí Kærustovnurin hevur víst málinum til nýggja viðgerð í kommununi
Málið um nýggju kirkjuna á Argjum er víst aftur til kommununa til nýggja viðgerð, og tí hava Kanjon og kirkjuráðið longt freistina til 5. juni at byrja arbeiðið.
 
05.03.2025 - 13:46

Kirkjuráðið á Argjum og byggifyritøkan Kanjon komu í gjár ásamt um at leingja freistina, so byggingin av nýggjari kirkju við Sandá kann byrja 5. juni.

Tað sigur Rúni Hentze, formaður í kirkjuráðnum, í stuttari viðmerking við Kringvarpið í dag.

Upprunaliga ætlanin var annars, at spakin skuldi setast í í dag, 5. mars, men tað varð av ongum, eftir at Føroya Kærustovnur herfyri afturvísti málið til nýggja viðgerð hjá kommununi.

Tað gjørdi Kærustovnurin, tí kommunan hevði ikki partshoyrt nærmastu grannarnar.

Tað er kommunan í ferð við at gera nú, og grannarnir hava júst fingið longt hoyringarfreistina eina viku, til 12. mars. 

Kringvarpið skilir, at 16 húski í grannalagnum hava fingið hoyringarbræv. Væntandi verður eitt felags hoyringarskriv sent kommununi frá teimum, sum eru ímóti, at nýggj kirkja verður bygd við Sandá.

Kringvarpið hevur eisini tosað við Kjartan Hansen, stjóra í Kanjon, men hann hevur onga viðmerking til málið í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646