- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tjarnir verður kanska rættshøli
Við Tjarnir verður kanska rættshøli
Hotel Hafnia er ikki tøkt í viku 17, tá Føroya rættur aftur skal viðgera enn eitt stórt rúsevnismál

Við Tjarnir.
06.03.2025 - 11:24
Í revsimálinum, sum møguliga skal avgreiðast við Tjarnir, eru fimm menn ákærdir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr. og fyri at hava 18 kilo av hassji og 700 gram av MDMA í varðveitslu.
Rúsevnini vóru grivin í haganum oman fyri Kirkjubø.
Allir fimm menninir nokta seg sekan.
Teir hava verið í varðhaldi síðani í oktober í fjør.
Við Tjarnir verður kanska brúkt sum rættshøli.
Hotel Hafnia er ikki tøkt í viku 17, sum byrjar 21. apríl, og Dómhúsið er ov lítið til so umfatandi mál.
Føroya rættur hevur kannað umstøðurnar við Tjarnir, men endalig støða er ikki tikin enn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV