- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein avbjóðing at taka móti flóttafólki
Ein avbjóðing at taka móti flóttafólki
Eitt ár eftir russiska innrásina í Ukraina, kom ukrainsk flóttafólk framvegis til Føroya
24.02.2023 - 13:36
Tað var ein nýggj og stór avbjóðing hjá Reyða Krossi Føroya, tá ið Føroyar gjørdu av at taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina.
Nú - eitt ár eftir, at kríggið brast á - koma ukrainsk flóttafólk framvegis higar. Ein tann størsta avbjóðingin í dag er at finna teimum bústaðir.
Umboð fyri Reyða Kross á flogvøllinum eftir ukrainskum flóttafólkum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað sigur Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya.
Hóast tað ikki var vanligt hjá Føroyum at taka ímóti flóttafólki, so vóru tey í Reyða Krossi Føroya ikki heilt ófyrireikað til at taka ímóti ukrainunum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindum:
24022023_Reydi_Krossur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV