- Tíðindi, mentan og ítróttur
31 milliónir fyri óbrúktan streym
Tað er grønt - og tað er bíligt. Men jaliga søgan um vindorkuna hevur eisini sínar skuggasíður. Nógv vindorka fer til spillis - og hana er SEV bundið til at gjalda fyri:
Tvær privatar vindmyllulundir eru í Suðurstreymi. Magn og LÍV eiga eina lund í Flatnahaga, og Effo og Vindrøkt eiga eina í Gellingarkletti.
Síðani 2022 hava tær framleitt tilsamans 225 gigawatttímar av streymi inn á netið hjá SEV. Men tær kundu framleitt 357 gigawatttímar. Og henda munin, sum er 132 gigawatttímar, skal SEV eisini rinda fyri. Rokningin fyri tað er 30,9 milliónir krónur.
Tá vindmyllulundirnar vórðu bjóðaðar út, var tilboðsprísurin smá 22 oyru fyri kilowatt-tíman í Gellingarkletti og góð 23 oyru fyri kilowatt-tíman í Flatnahaga. Men av tí at SEV er bundið at rinda fyri alla framleiðsluna, eisini tað sum ikki kann gagnnýtast, so er miðal prísurin fyri grøna streymin úr teimum báðum vindmyllu'lundunum 36,7 oyru fyri kilowatt-tíman.
Standandi avbjóðingin hjá SEV er at fáa avlopsstreymin út á netið til kundarnar at brúka. Tað skal gerast við at seta fleiri battarístøðir upp um landið - tað veri seg á Sundi, í Skálafirði og á Sandi. Eisini skal streymurin seljast fyri ymiskar prísir, og soleiðis skulu fólk og fyritøkur fáast at brúka meira streym, tá nógv vindorka verður framleidd.
-Vit skulu fáa gagnnýtt avlopsstreymin, og tað gongur eisini rætta vegin við tí, sigur Bogi Bendtsen, deildarstjóri hjá SEV.
Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði, vitjaði í sjónvarpsstovuni.