- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norsk fótbóltsfeløg vraka VAR
Felagsskapurin hjá feløgunum í tveimum teimum bestu deildunum í Noreg - Norsk Toppfotball - hevur á atkvøðugreiðslu í dag gjørt av at gevast við at brúka VAR í norsku landskappingini.
Av teimum 32 feløgunum atkvøddu 19 fyri at gevast við VAR, og 13 atkvøddu ímóti.
"Vit halda, at hendan tøknin hevur møguleikar, út frá orðaskiftinum og atkvøðugreiðsluni í dag síggja vit eisini, at ein meiriluti av okkara feløgum halda, at VAR í núverandi líki ikki riggar nóg væl," sigur formaðurin í Norsk Toppfotball, Cato Haug, í einum tíðindaskrivi.
Tað er tó ikki bara upp til Norsk Toppfotball at gera av, um VAR skal brúkast ella ikki. Tann avgerðin liggur eisini hjá norska fótbóltssambandinum NFF. Sambært norska kringvarpinum NRK verður spurningurin um VAR eisini tikin upp á nevndarfundi hjá NFF 28. januar.
Viðhaldsfólk og fjepparafeløg í Noregi hava eisini talað fyri at gevast við at brúka VAR.