- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnaráðstevna skal geva íblástur til barnalóg
Barnaráðstevna er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Endamálið við tiltakinum er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til barnalóg fyri Føroyar, og at næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í fólkaræðinum hjá øllum næmingum.
Sambært altjóða barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum Føroyar hava tikið undir við, hava børn rætt til at koma til orðanna og frítt at greiða frá sínum sjónarmiðum.
Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðari. (Mynd: Bárður Lydersen)
Næmingarnir eru á trimum verkstovum, har tey koma við sínum íkasti. Á verkstovuni, sum eitur "stovnur og skúli" var millum annað klædnapolitikkur og telefonpolitikkur umrøddur, og eitt nú, hvør skal avgera, hvussu ein telefonpolitikkur skal vera fyri ein skúlaflokk.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Myndir: Bárður Lydersen