- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsmaður: - Hetta eru spælireglurnar
- Eg dugi ikki at síggja, um broytingarnar í sjófeingislógini vera til fyrimuns ella vansa fyri okkum.
Tað sigur Kim Durhuus, sum bæði er ein av eigarunum í uppsjóvarskipinum Biritu, og tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og tí skal viðgera sjófeingislógina.
Birita er eitt av nýggjastu uppsjóvarskipunum í landinum. Tað byrjaði í 2021, tá ið smápartafelagið Gráastein fekk útlutað serligar uppsjóvarkvotur til verkætlanir, sum - sambært heitinum - skuldu "snúgva seg um ítøkilig skipakeyp".
Tvey reiðarí vórðu vald úr rúgvuni - Gráasteinur í Havn og Ango í Vági.
Eigaraviðurskiftini hjá uppsjóvarskipinum Biritu. Løgtingsmaðurin Kim Durhuus eigur part í skipinum
Eigarar í Gráasteini, sum eigur skipið Birita, eru smápartafelagið BL, sum Birgir Lützen eigur, og so smápartafelagið 14.05, har Kim Durhuus er meirlutaeigari. Birgir Lützen eigur gjøgnum sítt felag 60 prosent í Gráasteini, sum eigur Biritu, meðan felagið, har Kim Durhuus er meirlutaeigari, eigur 30 prosent í Gráasteini. Síðstu 10 prosentini í Biritu eigur Gráisteinur.
Í 2023 avreiddi Birita fyri 121,2 milliónir krónur.
Felagið lat fyrradagin inn hoyringarsvar í sambandi við uppskotið hjá Dennisi Holm um at gera broytingar í sjófeingislógini.
"Tá man bjóðar seg fram til Løgtingið og verður valdur inn og verður ein av teimum 33, sum tekur avgerðir, so tekur man avgerðir, sum umfata bæði ein sjálvan og øll onnur, sum búgva her í landinum. Tað er ein partur av tí," sigur Kim Durhuus.
Hoyrið innslag her: