Talv: Metluttøka til Janus Open

Talv: Metluttøka til Janus Open
Metnógvir telvarar tóku lut í talvkappingini Janus Open, sum var á Eiði um vikuskiftið. Kappingin var skipað eitt sindur øðrvísi enn vanligt
22.01.2025 - 14:00

Góðir 100 telvarar tóku lut í talvkappingini Janus Open, sum var á Eiði um vikuskiftið. Kappingin var til minnis um Janus í Løðuni, sum doyði í fjør, bert 46 ára gamal.

Hann var ein eldsál í talvfelagnum Róki í Sundalagnum.

Talan var um metstóra luttøku til eina talvkapping í Føroyum yvirhøvur. Fleiri útlendskir talvarar vóru við, men nógvir ungir og lutfalsliga óroyndir føroyskir telvarar sótu eisini við borðini um vikuskiftið. 

Endin var, at danski Casper Liu vann kappingina við seks og einum hálvum stigi. Besti føroyingurin gjørdist Luitjen Akselsson Apol, sum endaði á fjórða plássi við seks stigum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017