Felagið Nótaskip: Pláss er ikki fyri fleiri aktørum í uppsjóvarvinnuni

Felagið Nótaskip: Pláss er ikki fyri fleiri aktørum í uppsjóvarvinnuni
"Tað eru nógv fleiri skip enn áður, og kvoturnar minka," sigur Felagið Nótaskip, sum ikki tekur undir við ætlanini at lova fleiri framat virðunum í uppsjóvarfiskinum
Páll Holm Johannesen, stjóri í Felagnum Nótaskip
 
22.01.2025 - 13:25

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, at broyta sjófeingislógina, soleiðis, at fleiri skulu sleppa framat virðunum, sum eru í uppsjóvarfiskinum, makrel, sid og svartkjafti. 

Hetta hóvar Felagnum Nótaskip illa. 

Páll Holm Johannesen er stjóri í Felagnum Nótaskip, sum umboðar tey trý stóru reiðaríðini, Varðan, Framherja og Christian í Grótinum.

Hann heldur ikki, at pláss er fyri so nógvum aktørum í vinnuni, nú kvoturnar eru so nógv minkaðar. 

"Tað avmarkar rásarúmið hjá limunum í Felagnum Nótaskip, og tí tekur felagið ikki undir við ætlaðu broytingunum hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, í sjófeingislógini," sigur Páll Holm Johannesen, stjóri. 

Dennis Holm, landsstýrismaður, ætlar millum annað at frameftir skal eingin eiga meira enn 15 prosent í øllum bólkunum.

Felagið Nótaskip vísir á, at í fleiri øðrum vinnugreinum eru fyritøkur, ið hava stórt vald.

 

1721580

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859